Logo - Føroya Handilsskúli
Heim    Samband    Síðuyvirlit    Print

Lærusáttmáli

Um tú eftir støðisárið hevur valt eitt yrki og ynskir at fara í læru, verður skrivligur lærusáttmáli gjørdur millum teg og virkið. Lærutíðin er 3 ár.

Skúlagongdin hesi 3 árini fevnir um nøkur skeið á handilsskúla í Føroyum ella í Danmark.

Lærlingar við aðrari fullari miðnámsútbúgving enn HH ganga á kvøldskúla til nakrar ávísar lærugreinir. Lærutíðin hjá teimum er 2 ár og 26 vikur. Sum HH-ari er lærutíðin 2 ár.

Tú kanst velja millum ymisk yrki so sum skrivstovu, smásølu og heilsølu.

Skrivstovuyrki hevur hesar møguleikar:

Skrivstovuútbúgving sum heild við denti á hesar greinar:

Advokatskrivari, almenn fyrisiting, búskapur, ferðavinna, fyrisiting, grannskoðan, læknaskrivari og speditión/shipping.

Innan handil – smásølu eru hesar greinar:

Blómuprýði, dekoratørur, søluatstøðari og søluatstøðari v/sergrein

Handil – heilsøla hevur hesar greinar:

Handilsatstøðari – søla, handilsatstøðari – tænasta, innkeypsatstøðari og logistikkatstøðari.

Royndarskipan innan Handils- og Skrivstovuyrkið

Tað verður nú møguligt, at skúlagongdin innan smásølu- og heilsøluyrkið, sum hevur verið á donskum skúla, kann takast á Føroya Handilsskúla. Skrivstovulærlingarnir við denti á fyrisiting hava í løtuni eina royndarskipan, har teir ganga í skúla hvønn hósdag, tilsamans 30 ferðir, í FSF-húsinum. Ætlanin er at brúka sama leist til sølu- og handilsatstøðingar, tvs.  hvønn týsdag til søluatstøðingarnar og hvønn mikudag til handilsatstøðingarnar, tilsamans 35 týsdagar og 35 mikudagar, at byrja í mars 2009 og at halda fram til byrjan av 2010.

 

 

 

 

Logo - Føroya Handilsskúli Føroya Handilsskúli     Marknagilsvegur 77     FO-100 Tórshavn     Tlf. 31 71 77     Fax. 31 33 74     hsh@hsh.fo